Á Breddanum: Pensjónistar og mótrokning

Á Breddanum: Pensjónistar og mótrokning
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur fingið áheitan frá pensjónistum, sum vilja hava markið fyri mótrokningina hækkað munandi
Jørgen Niclasen, Hans Jacob Thomsen og Helgi Abrahamsen koma í útvarpsstovuna at skifta orð um pensjón og mótrokning.
 
23.05.2023 - 09:13

Í gjár fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, áheitan frá pensjónistum, sum vilja hava, at markið fyri mótrokningina í pensjónini hækkar úr 45.000 krónum upp í 154.971 krónur. 

Tað skal loysa seg betur hjá pensjónistum at arbeiða, er boðskapurin hjá pensjónistunum. 

Sjálvt um samgongan sigur í samgonguskjalinum, at mótrokningin skal endurskoðast, so atkvøddi hon ímóti einum tílíkum uppskoti, sum var fyri í tinginum fyri tveimum vikum síðani.

Vit tosa við pensjónistar, og kjak verður eisini millum politikararnar Hans Jacob Thomsen, Helga Abrahamsen og Jørgen Niclasen um mótrokningina.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Nýggjastu sendingar í SV