- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ógegni: Landsrætturin ógildaði dóm í Føroya rætti
Eystari landsrættur hevur ógildað ein dóm hjá Føroya rætti orsakað av inhabiliteti.
Málið snúði seg um hóttanir móti persóni í almennum starvi.
Tann ákærdi, sum bleiv dømdur í Føroya rætti, hevði í fleiri førum sett hóttanir fram móti millum annað einum lækna.
Tað serliga við málinum var, at sami lækni hevði skrivað eina psykiatriska frágreiðing við tilmæli um, hvørjar fylgjur skuldu ásetast mótvegis manninum.
Landsrætturin grundaði sína avgerð á reglur um gegni í rættargangslógini. Landsrætturin vísti somuleiðis á reglur í evropeiska mannarættindasáttmálanum og til eina avgerð hjá Hægstarætti, har Hægstirættur hevur úttalað, hvørji atlit eru avgerandi í málum av hesum slagi.
Hava tvey endamál
Landsrætturin vísir í síni avgerð á, at reglurnar um gegni í rættargangslógini hava tvey endamál.
Í fyrra lagi skal vandi ikki vera fyri, at ein avgerð í einum máli verður ávirkað av óviðkomandi atlitum.
Í øðrum lagi hava reglurnar til endamáls, at partarnir og samfelagið annars ikki skulu ivast í óheftninum hjá teimum, sum medvirka í at avgreiða eitt revsimál.
Av tí at læknin sjálvur var órættaður í málinum, átti hann ikki at havt skrivað frágreiðingina.
Dómurin hjá Føroya rætti bleiv tí settur úr gildi og málið víst aftur til Føroya rætt til nýggja viðgerð.
Dómurin hjá Eystara landsrætti var sagdur 23. mars í ár.