Bilførarar ilskaðust um kvinnurenningina

Bilførarar ilskaðust um kvinnurenningina
Ein stórur partur av ringvegnum var stongdur í sambandi við kvinnurenningina í gjár, og hetta hevði langar bíðirøðir við sær.
Kvinurenning
 
21.05.2023 - 13:41

Eitt sindur av ferðsluóskili var í gjár tá ið kvinnurenningin var. Bilførarar ilskaðust, og nógvir teirra ringdu til løgregluna, sigur vakthavandi á politistøðini. 

Bátafestivalur er eisini hetta vikuskiftið. Løgreglan var á staðnum og tryggjað sær, at gott skil var á ferðsluni - bæði á landi og á sjógvi.

Ongin var tikin fyri at koyra ella sigla við ov høgari promillu.

Aðrastaðni í landinum kannaði løgreglan eisini bilar og bilførarar. Ein bilførari var tikin fyri at koyra fullur í Suðuroy. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Nýggjastu sendingar í SV