- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðið upp á húsarhaldsskúlan gongur sum ætlað
Arbeiðið at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík gongur eftir ætlan.
Tað sigur Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon, sum fekk arbeiðstakarasáttmálan.
Í løtuni verður betongarbeiðið gjørt, og tað verður helst liðugt tíðliga í næstu viku.
Síðani skulu búhæddirnar byggjast.
Tað arbeiðið verður gjørt saman við Bústøðum.
Tá skrivað var undir sáttmálan um at byggja nýggja húsarhaldsskúlan í Klaksvík.
Byrjaðu í september
Arbeiðið at byggja húsarhaldsskúlan byrjaði í september, og arbeiðið skal verða liðugt í november 2024.
Nýggi skúlin verður bygdur í miðbýnum í Klaksvík, har sum gamla kappróðrarneystið er í dag.
Húsarhaldsskúlan skal ikki kosta meira enn 57 mió. kr.
Fíggingin er tríbýtt, har av Klaksvíkar kommuna letur 21 mió. kr. til byggingina.
Pláss fyri 36 næmingum
Pláss verður fyri 36 næmingum, sum fara at búgva í skúlanum.
Nú eru 21 næmingar í skúlanum.
Húsarhaldsskúlin verður bygdur á Biskupsstøð í Klaksvík, har eisini endurreisti garðurin hjá Nólsoya Pálli er.
Í fjør summar vóru 1.400 undirskriftir handaðar Klaksvíkar kommunu, har mælt var til at finna aðra staðseting fyri Húsarhaldsskúlanum, men býráðið tók ikki áheitanina til eftirtektar.