- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Næmingatal í fólkaskúlanum og norðurlendsk gransking
Eftir summarfrítíðina vera minst 20 flokkar í fólkaskúlanum, sum hava fleiri enn 24 næmingar í flokkinum.
Hetta hendir, sjálvt um 24 næmingar eru hámarkið fyri, hvussu nógvir næmingar skulu vera í hvørjum flokki, sambært fólkaskúlalógini.
Vit tosa við skúlar, Undirvísingarstýrið og formannin í Føroya Lærarafelag.
Gransking
Granskingarmøguleikarnir í Føroyum skulu vera fleiri.
Føroyar hava fingið sjálvstøðugan limaskap í stýrinum fyri norðurlendska stovnin, Nordforsk, og tað fer eisini at at geva onkrar nýggjar møguleikar fyri gransking.
Stjórin fyri Granskingarráðið, sum eisini er føroyskt umboð í Nordforsk, verður í útvarpsstovuni, og vit tosa eisini við vararektaran fyri gransking á Setrinum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.