- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strika undantak fyri brúksskyldu
Ásetingin um, at tey, sum ikki brúka meira enn 30 prosent av egnari kvotu ella egnum fiskidøgum, skulu lata landinum tað, sum ikki er brúkt, skal nú strikast.
Tað ætlar Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í uppskoti um at broyta reglurnar um brúksskyldu í sjófeingislógini.
Uppskotið er sent til ummælis. Freistin at ummæla er til 15.juni.
Harumframt verður gildiskoman á 60 prosent-regluni útsett.
Frá og við fiskiárinum 2025 er treyt fyri at avhenda kvotur ella fiskidagar, at brúkt eru í minsta lagi 60 prosent av kvotuni ella fiskidøgunum fiskiárið frammanundan.
Tí fær brúkið í 2024 týdning fyri møguleikarnar at avhenda kvotur ella fiskidagar í 2025.
Undantak verður tíðaravmarkað
Í galdandi lóg eru makrelur, norðhavssild og svartkjaftur undantikin 60 prosent brúkstreytini.
Nú er skotið upp, at undantakið verður gjørt tíðaravmarkað og fer úr gildi 31.desember 2025.
Við hesi broyting koma avhendingar av kvotum av hesum fiskasløgum undir somu lógartreytir sum aðrar kvotur í 2026 og árini eftir tað.
Í lógini er eisini ein generell brúksskylda, sum sigur, at um fiskifar als ikki hevur brúkt veiðiloyvi og fiskiloyvi í tvey ár á rað, falla tey aftur til landið.
Hetta er óbroytt í uppskotinum, men reglurnar um, hvussu brúk verður gjørt upp, vera orðaðar neyvari.
Lagt fram á ólavsøku
Eftir ætlan verður lógaruppskotið lagt fyri løgtingið eftir ólavsøku.
Lógarbroytingarnar skulu koma í gildi dagin eftir, tær eru kunngjørdar.
Fiskimálaráðið heldur ikki, at lógarbroytingarnar hava fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur.