- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hondbóltshoyvík fór við øllum
Mansliðið hjá H71 vann í kvøld FM-heitið við sigri á VÍF og tryggjaði sær sostatt greipuna.
Sigurin staðfestir hondbóltsstyrkina í Hoyvík, har bæði kvinnurnar og menninir vunnu bæði steypa- og landskappingina í ár.
Dysturin í kvøld endaði 25-21. Júst sum kappingarárið sjálvt myndaði seg, byrjaðu vestmenningar betur, men so líðandi mentist heimaliðið, og tá ið alt skuldi avgerast, var H71 sterkast og spældi seg til sítt sjeynda FM-heiti.
VÍF vann fyrstu finaluna, og tá bendi nógv á, at føroyameistarin ikki fór at vera funnin fyrr enn í fimtu finaluni í Vestmanna, men tá ið H71 vann á útivølli um vikuskiftið, fingu teir kjansin í Hoyvík, og har vinna teir aloftast.
Tað gjørdu teir eisini í kvøld, og gleðin á hoyvíkingum er ferfaldað.
Hoyvíkshøllin (4. FM-finalan í Burn-deildini)
H71 - VÍF, 25-21 (13-12)
Toppskjúttar, H71: Rói E. á Skipagøtu 7, Peter Krogh 7
Toppskjúttar, VÍF: Filip Jojic 5, Magnus Müller 3, Kristian Jensen 3