Ávara ímóti at slíta fiskiveiðisamstarvið við Russland

Ávara ímóti at slíta fiskiveiðisamstarvið við Russland
Fiskimannafelagið sigur, at 250 fiskimenn missa livibreyðið, heldur fiskiskapurin í Barentshavinum uppat
Jan Højgaard er formaður í Fiskimannafelagnum.
 
17.05.2023 - 14:37

Fiskimannafelagið heitir staðiliga á landsstýrið um at hava álvarsomu menniskjaligu avleiðingarnar í huga, um Føroyar slíta fiskiveiðsamstarvið við Russland.

Sambært Føroya Fiskimannafelag missa 250 fiskimenn livibreyðið, um fiskiskapurin í Barentshavinum heldur uppat.

Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Fiskimannafelgið fordømir russisku innrásina í Ukraina, og felagið tekur eisini undir við fíggjarliga stuðlinum, sum Føroyar hava latið, og avgerðini um at taka ímóti ukrainskum flóttafólki.

 

Eiga at umhugsa støðuna

Felagið heldur, at tað er neyðugt at umhugsa støðuna við framhaldandi samstarvinum við Russland um fiskiveiðu í russiska partinum av Barentshavinum og fiskiskapin hjá russum í føroyskum sjóøki, umframt teirra virksemi í føroyskum havnum.

Men felagið heldur tað vera hugstoytt, at landsstýrið umhugsar at slíta týðandi fiskivinnusamstarvið við Russland uttan so mikið sum at hoyra Føroya Fiskimannafelag. 

Heldur lata landsins myndugleikar álitið upp í hendurnar á bólkum við embætisfólki, sum útgreina búskaparligu avleiðingarnar, sum almenningurin tó ikki hevur fingið innlit í.

Fiskimannafelagið skrivar, at møguliga javnviga virðini av pelagisku veiðini í Føroyum við virðini av botnfiskakvotunum í Barentshavinum í rokniarkinum hjá akademikarum í embætisbólkum, men hjá limunum í fiskimannafelagnum er eingin ivi. Slíta Føroyar fiskivinnusamstarvið í Barentshavinum, missa 250 fiskimenn og familjur sítt livibreyð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. mars
RagnarRokk 27.mars 2025
188611
Hósdag 27. mars
Andarblak - 27. mars 2025
189909
Hósdag 27. mars
«Jesus gevur 5000 mat»
189885
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898
Hósdag 27. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Mikudag 26. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189808
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777