Ørkymlað av stórum næmingatali í Fuglafjarðar skúla

Ørkymlað av stórum næmingatali í Fuglafjarðar skúla
Í Fuglafirði verða væntandi 51 ella 52 næmingar í tveimum áttandaflokkum næsta skúlaár, men tað útloysir ikki ein flokk aftrat
Flokkar í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum fara upp um 24 næmingar. 
 
17.05.2023 - 14:22

Í Fuglafjarðar skúla eru tey ørkymlað, tí eftir summarfrítíðina fara flokkar í framhaldsdeildini upp um 24 næmingar. 

Sambært fólkaskúlalógini eigur næmingatalið við skúlaársbyrjan vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki. Tað hevur Løgtingið sett sum hægsta mark fyri næmingatali. 

 

Berlys Toftadal er skúlastjóri í Fuglafirði.

 

Tó hevur í nógv ár verið siðvenja ikki at lata tímar til nýggjan flokk, fyrr enn flokkurin fer upp um 26 næmingar. 

Í Fuglafirði verða tað væntandi 51 ella 52 næmingar í tveimum áttandaflokkum næsta skúlaár. Hetta kundi útloyst rættin til ein triðja flokk, men tað hevur Mentamálaráðið ikki eftirlíkað skúlanum. 

Berlys Toftadal er skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla:

 

17052023_Naemingatal

 

Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, váttar, at tað hevur verið siðvenja í nógv ár, at tað ikki verður settur nakar nýggjur flokkur, fyrr enn talið av næmingum kemur upp á 27. 
Í Fuglafjarðar skúla merkir tað, at næmingatalið skuldi komið upp á 53, áðrenn tann triði flokkurin verður settur.

Kári Mikkelsen legði til rættis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Nýggjastu sendingar í SV