- Tíðindi, mentan og ítróttur
Simultantulkar til føroyingar og grønlendingar

Ovasta leiðslan í danska Fólkatinginum skal viðgera spurningin, um føroysk og grønlendsk umboð á fólkatingi skulu hava rætt til simultantulk, og um føroyskt og grønlendskt skulu týðast til danskt - og øvugt.
Fundurin verður 14.juni, upplýsir Fólkatingið fyri Ritzau.
Fríggjadagin tosaði grønlendski fólkatingslimurin, Aki-Matilda Høegh-Dam, grønlendskt, tá ið hon helt røðu í fólkatinginum.
Hetta vakti ans, og eftir orðaskiftið segði Aki-Mathilda Høegh-Dam, at hon við hesum vildi vísa á, at ikki allir grønlendingar skilja danskt.
Við Ritzau hava føroysku umboðini á fólkatingi, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale, sagt, at tey ætla sær ikki at tosa føroyskt á fólkatingsins røðarapalli.