Biðja um meiri pening, áðrenn uppskotið er liðugt viðgjørt

Biðja um meiri pening, áðrenn uppskotið er liðugt viðgjørt
Higartil hevur verið mett, at tað fer at kosta 24 milliónir kr. at umvæla skúlabygningarnar á Frælsinum, men nú verður biðið um níggju milliónir aftrat
Skúlabygningarnir á Frælsinum skulu umvælast og útbyggjast til Fróðskaparsetrið. (Savnsmynd)
 
17.05.2023 - 08:19

Longu áðrenn lógaruppskotið er liðugt viðgjørt í fíggjarnevndini, er nevndin biðin um 9,3 mió. kr. afturat.

Talan er um fyrsta byggistig, nú skúlabygningarnar á Frælsinum skulu umvælast og umbyggjast til Fróðskaparsetrið.

Í lógaruppskotinum, sum kom í løgtingið 7.mars, er biðið um í mesta lagi 24 mió. kr.

 

33,3 mió.

Men fyrst í mai bað Barna- og útbúgvingarmálaráðið um 9,3 milliónir aftrat, tí nú eru útreiðslurnar mettar at vera 33,3 mió. kr.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sigur, at Landsverk hevur saman við ráðgevanum gjørt neyvari kostnaðarmeting.

Og neyðugt verður at gera fyribils parkering á pørtum av fløtuni á Frælsinum. Hetta er ikki við í lógaruppskotinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. mars
RagnarRokk 27.mars 2025
188611
Hósdag 27. mars
Andarblak - 27. mars 2025
189909
Hósdag 27. mars
«Jesus gevur 5000 mat»
189885
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898
Hósdag 27. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Mikudag 26. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189808
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777