- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin: Ávíst klædnaplagg órógvar ikki undirvísing

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum heldur ikki, at tað ber til at siga, at eitt ávíst klædnaplagg er órógvandi fyri undirvísingina í fólkaskúlanum. Men tað kann hava týdning, hvussu vit eru klødd.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur svarað Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, sum spurdi um klædnapolitikkin í Vestmanna skúla.
Tað vakti ans, tá ið leiðslan gjørdi reglur fyri, hvørjum klæðum næmingar kunnu vera í í skúla. Eitt nú, skulu gentur ikki vera í nalvablusu.
Lagaligt og mennandi samskifti
Sambært landsstýrismanninum er best, at bæði gentur og dreingir, í lagaligum og mennandi samskifti í skúlanum, verða gjørd tilvitað um, hvat er hóskandi klædnaval. Foreldur eru eisini partar í hesum.
Liljan Weihe spurdi eisini, um tað er í samsvari við fólkaskúlalógina, at einstakir skúlastjórar - og ikki skúlastýrini - gera slíkar reglur á fólkaskúlum kring landið.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sigur í svarinum, at skúlastjórin kann taka stig til at seta átøk í verk, um tað kanska eru umstøður, sum kunnu órógva undirvísingina. Og sambært fólkaskúlalógini er tað skúlastjórin, sum hevur eftirlit við, at næmingarnir fylgja nóg væl við í undirvísingini.