- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúrður og Anna ætla ikki at tosa føroyskt
Sjúrður og Anna ætla ikki at tosa føroyskt
Føroysku fólkatingsumboðini halda, at tað er hóskandi at tosa danskt í fólkatinginum

Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale.
16.05.2023 - 13:57
Føroysku umboðini á fólkatingi, Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, ætla sær ikki at tosa føroyskt á fólkatingsins røðarapalli.
Tað siga tey við Ritzau.
Tey halda at tað er hóskandi, at tosa danskt í danska fólkatinginum, og ikki brúka móðurmálið.
Fríggjadagin tosaði grønlendski fólkatingslimurin, Aki-Matilda Høegh-Dam, grønlendskt, tá ið hon helt røðu í fólkatinginum.
Eftir orðaskiftið segði Aki-Mathilda Høegh-Dam, at hon við hesum vildi leggja dent á, at allir grønlendingar ikki skilja danskt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV