
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frágreiðingin kemur væntandi í hesum mánaðinum

Kanningin um, hvussu Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, lutaði út fiskirættindi í 2020 og 2021, er næstan liðug.
Ken Nónklett, kanningarstjóri, hevur sent Jacob Vestergaard eitt uppkast til hoyringar.
Tað var síðst í apríl. Freistin, sum Jacob Vestergaard fekk, var tvær vikur.
Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður, hevur fingið eitt uppkast til hoyringar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tá hoyringarsvarið og viðmerkingarnar eru komnar, verður frágreiðingin skrivað og latin løgtinginum, sum bað um hana.
Tað verður væntandi seinni í mai, sigur Ken Nónklett.
Ken Nónklett var biðin um at vera kanningarstjóri fyrst í mars í fjør.
Hann var biðin um at kanna, um Jacob Vestergaard umsat málsøkið hjá sær í landsstýrinum rætt, tá fiskirættindi vóru latin í 2020 og í 2021.