Gera fleiri royndir at brúka betong sum kálk

Gera fleiri royndir at brúka betong sum kálk
Ein roynd er gjørd, men tað er ov lítið at brúka sum grundarlag undir støðutakan
Búnaðarstovan hevur gjørt royndir við reinsaðum betongrestum sum kálk.
 
16.05.2023 - 08:34

Ein einstøk roynd í so stutta tíð sigur ov litið til, at niðurstøða kann gerast.

Men Búnaðarstovan er sinnað at halda fram við royndunum.

Talan er um at brúka betong til at kálka jørð.

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, spurdi Høgna Hoydal, landsstýrismann, um royndina, sum var gjørd í 2021.

 

Brúktu reinsaðar betongrestir

Svarið er, at í 2021 fingu Búnaðarstovan og Umhvørvisstovan fyrispurning um møguleikan at gagnnýta betongrestir sum jarðarbót í slóttubøi.

Royndin var gjørd. 

Fýra teigar upp á góðar 1.000 fermetrar vóru brúktir til royndina við reinsaðum betongrestum. Men ein einstøk roynd er tó ov lítið at brúka sum grundarlag undir støðutakan.

Ivi er eisini um, antin tungmetall í betonginum dálkar umhvørvið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. mars
RagnarRokk 27.mars 2025
188611
Hósdag 27. mars
Andarblak - 27. mars 2025
189909
Hósdag 27. mars
«Jesus gevur 5000 mat»
189885
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898
Hósdag 27. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Mikudag 26. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189808
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777