- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið samtykt veiðugjaldið og tøkugjaldið

Lógaruppskotini um veiðigjald og tøkugjald blivu samtykt í løgtinginum í gjár.
Samgongan atkvøddi fyri og andstøðan ímóti.
Lógaruppskotið um veiðigjald fekk 17 atkvøður fyri og 14 ímóti. Lógaruppskotið um tøkugjald fekk 14 atkvøður fyri og 11 ímóti.
Eingi broytingaruppskot vóru frá nevndunum. Triðja viðgerð verður í morgin.
Almennar byggiverkætlanir
Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast.
Uppskotið kemur eftir frágreiðingina hjá landsgrannskoðaranum um H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.
Tingfundurin í dag er kl.10.00.
Einki annað er á dagsskránni uttan framløga.