Fylgisveinasambandið nóg trygt hjá bankakervinum

Fylgisveinasambandið nóg trygt hjá bankakervinum
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi, um dátur kunnu flytast, hóast sjóvegis kaðalsambandið verður kvett
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at fyri KT-vinnuna og samfelagið var tað eitt ómetaliga stórt bakkast, tá føroysku peningastovnsskipanirnar vóru fluttar av landinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.05.2023 - 09:38

Fylgisveinasambandið við útheimin er nóg gott til at tryggja, at mest týðandi dáturnar kunnu flytast, hóast sjóvegis kaðalsambondini vera kvett. 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Erling Eidesgaard, løgtingsmann.

Hann spurdi, hvørjar avleiðingarnar vera fyri føroysku peningastovnarnar, fyri peningaflytingar og handil í Føroyum við gjaldskortum, um okkara sjóvegis kaðalsambond til útheimin slitna.

Landsstýrismaðurin svarar eisini, at trupult er at siga, hvørjar avleiðingarar vera, skuldi alt sambandið verið kvett og allar dáturnar vóru í útlandinum. 

 

Bakkast at flyta skipanir av landinum

Hann sigur, at fyri føroysku KT-vinnuna og føroyska samfelagið var tað eitt ómetaliga stórt bakkast, tá føroysku peningastovnsskipanirnar vóru fluttar av landinum.

Í 2016 var kannað, um peningastovnsskipanirnar kundu yvirtakast.

Tá var niðurstøðan, at tað kundu tær við fyrimuni, bæði fyri peningastovnarnar og fyri føroyska samfelagið sum heild. 

Felagið Peningastovnar var tó ikki samt.

- Kanningin frá 2016 eigur at verða fylgd upp, og tað ætli eg at taka stig til, sigur Høgni Hoydal, hóast einki stendur um tað í samgonguskjalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. mars
RagnarRokk 27.mars 2025
188611
Hósdag 27. mars
Andarblak - 27. mars 2025
189909
Hósdag 27. mars
«Jesus gevur 5000 mat»
189885
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898
Hósdag 27. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Mikudag 26. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189808
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777