
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu sleppa at brúka móðurmálið í Fólkatinginum

Formaðurin í danska flokkinum Liberal Alliance heldur, at føroyingar og grønlendingar skulu sleppa at tosa sítt egna móðurmál í Fólkatinginum.
Alex Vanopslagh skrivar á sínum facebook-vanga, at hann skilir, hví grønlendski fólkatingslimurin, Aki-Matilda Høegh-Dam, tosaði grønlendskt á fólkatingsins røðarapalli og noktaði at týða tað, hon segði. Men hann heldur kortini, at hennara máti at vísa sína ónøgd var barnsligur og ikki gagnaði endamálinum.
Aki Mathilda Høegh-Dam sýtti fyri at tosa danskt í fólkatinginum fríggjadagin, tá árliga orðaskiftið um ríkisfelagsskapin var fyri. (Mynd: Ritzau Scanpix)
- Ríkisfelagsskapurin hevur stóran týdning fyri okkara felags søgu og samleika, og eg vóni, at ríkisfelagsskapurin heldur á nógv ár fram. Men um ríkisfelagsskapurin skal varðveitast og styrkjast, skulu vit tora at tosa um, hvussu felagsskapurin skilabest verður innrættaður. Tað ber eisini í sær, at vit geva føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðunum møguleika at tosa sítt egna móðurmál í fólkatinginum við tulki, um tey vilja tað, sigur formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh.