- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan vil hava nýtt lógaruppskot um grundvatn

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vilja hava landsstýrismannin í uttanríkismálum og vinnumálum at gera nýtt lógaruppskot um grundvatn.
Eitt uppskot, har øll løgfrøðilig ivamál eru beind burtur.
Og uppskotið skal sendast til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum, siga umboðini hjá teimum báðum flokkunum í vinnunevndini hjá løgtinginum.
Ognar- og ræðisrættur
Tey mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, sum nú er í tinginum.
Meirilutin ivast serliga í, um ætlaða lógin ger seg inn á ognar- og ræðisrættin hjá jarðareigarum til vatn, sum rennur inni á teirra matrikli.
Hann sigur eisini, at tey, sum varða av óðalsjørðini og festijørðini ikki eru hoyrd.
Lóg frá 1937
Loyvini, sum SEV hevur til at brúka vatnið, eru latin sambært lógini om Benyttelse af Indsøer og Vandløb frá 1937.
Nú er ivi um, undir hvørja lóg, SEV nú kemur, sigur meirilutin.
Minnilutin, nevndarlimirnir hjá samgonguni, tekur undir við lógaruppskotinum.
Omanávatn
Lógaruppskotið er ikki um omanávatn.
Men minnilutin vil hava nágreinað, hvat er omanávatn. Tí hevur minnilutin broytingaruppskot, sum sigur, at omanávatn er vatn í áum og vøtnum og tílíkum.
Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla eru í tinginum í dag.