- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður á toppfundi um russisku innrásina í Ukraina

Løgmaður tekur lut á toppfundi hjá Evropeiska ráðnum, sum verður hildin í Íslandi í morgin og mikudagin.
Ovast á dagsskránni fyri toppfundin er russiska innrásin í Ukraina.
- Tað hevur stóran týdning fyri okkum at vera virkin á øllum pallum, har trygdarpolitiska kósin komandi árini verður settur, út í kortið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Hann væntar, at trygdarpolitikkur fer at fylla nógv í føroyskum politikki komandi árini.
Hetta er bara fjórðu ferð í 74 ára gomlu søguni hjá Evropeiska ráðnum, at stjórnarleiðararnir í limalondunum hittast.
Á fundinum í Reykjavík vera 900 fólk fyri stjórnirnar í limalondunum og millum 300 og 500 miðlafólk.
46 lond eru limir í Evropeiska ráðnum.