
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv á skránni í løgtinginum í dag

Tað er hendingaríkur dagur í Løgtinginum í dag.
Løgtingið skal millum annað taka støðu til, um náttúruverndarlógin skal endaliga samtykkjast.
Hoyringspartar hava verið ójavnir á máli um lógaruppskotið. Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag heldur, at lógin eigur at verja náttúruna enn betur, enn lagt verður upp til. Føroya Óðalsfelag hevur hinvegin funnist at lógini, tí hon eftir teirra tykki millum annað gongur ognarrættinum ov nær.
Løgkvinna
Løgtingið skal eisini atkvøða um at broyta starvsheitini í landsstýrinum og løgtinginum. Tað er, at løgtingslimur eisini kann vera løgtingskvinna, og at kvinna, sum er løgmaður, kann vera løgkvinna.
Fyrrverandi løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, skrivaði í lesarabrævi í gjárkvøldi, at hann heldur tað vera eina vanvirðing av meira enn túsund ára gamla embætinum ”løgmaður” at latast skal upp fyri heitinum ”løgkvinna”.
- Mann trýr, tað er skemt, og eg spyrji bara, um eingin virðing er longur fyri nøkrum traditiónum og siðvenjum, skrivar hann millum annað í lesarabrævi á Vágaportalinum.
Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformaður, gevur ilt av sær, tí ætlanin er at broyta gamla løgmansheitið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Játtanarkarmar
Løgtingið fer eisini at samtykkja játtanarkarmarnar fyri næsta ár, og somuleiðis skal støða takast til, um veiðigjøldini fyri fiskiskap og tøkugjaldið á alivinnuna skulu hækka.
Tingfundurin byrjar klokkan 10.
Gongst sum ætlað, so fer Løgtingið í summarfrí mikudagin. Í øllum førum fyribils, tí skulu herd tiltøk setast í verk móti Russlandi fyri innrásina í Ukraina, so skal Løgtingið kallast saman aftur.
Løgtingið hevur samtykt, at einki kann broytast í viðurskiftunum við Russland, uttan at tað verður atkvøtt um tað í løgtingssalinum.