Gekk ikki hjá Anniku og Nykøbing Falster

Gekk ikki hjá Anniku og Nykøbing Falster
Føroyski landsliðsmálverjin í hondbólti, Annika Fríðheim Petersen, og hinar í Nykøbing Falster taptu greitt fyri Ikast-Herning í European League-finaluni
Næstbestar: Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir við silvurmerkjunum um hálsin
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.05.2023 - 22:23

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen, tapti í dag finaluna í European League.

Saman við liðfeløgunum í Nykøbing Falster, noyddist hon at taka ímóti silvurheiðursmerkjunum í næststerkastu evropeisku hondbóltskappingini eftir greitt tap fyri Ikast-Herning.

Annika Fríðheim Petersen slapp inn viðhvørt, men Cecilie Greve vardi málið hjá teimum gulu og bláu meginpartin av dystinum, sum endaði 31-24.

Næst á skránni stendur endaspælið í donsku kappingini, har Nykøbing Falster skal spæla hálvfinalur ímóti Odense. Eftir hetta kappingarárið fer føroyski málverjin til Follo, sum kappast í bestu norsku deildini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896