Talgild kundauppliving frá byrjan til enda

Talgild kundauppliving frá byrjan til enda
Allar bankatænasturnar hjá Bank Nordik skulu vera 100 prosent talgildar
 
14.05.2023 - 15:23

Tað sigur nýggi stjórin í Bank Nordik, Turið F. Arge, við danska miðilin finanswatch.dk.

- Málið er, at vit einaferð kunnu bjóða kundum okkara eina 100 prosent talgilda kundauppliving frá byrjan til enda. Og ikki bara í tí, sum vit nevna avgreiðslur, men eisini í ráðgeving. Tað skal kortini bera til hjá kundanum at velja persónliga ráðgevingina, sum er andlit til andlit, sigur Turið F. Arge, sambært finanswatch.dk. 

Fyri at røkka málinum, er tað sambært Finanswatch, neyðugt at umleggja innanhýsis mannagongdir, sum í dag vera loystar av fólki, til at vera sjálvvirknar. Tí brúkar bankin í dag tólmennistøknifrøði til at hjálpa við starvsfólkauppgávum, so sum at menna nýggjar vørur og gera avtalur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008