Eurovision: Loreen gjørdi tað aftur

Eurovision: Loreen gjørdi tað aftur
Tað bleiv soleiðis, sum flestu veddingarfyritøkur, serfrøðingar og viðmerkjarar høvdu væntað. Loreen vann ein sannførandi sigur við poppsanginum "Tattoo"
Mynd: Phil Noble/Reuters/Ritzau Scanpix
Mynd: Loreen á pallinum við sanginum "Tattoo" til ársins Eurovision, sum hon eisini vann sannførandi.  
 
14.05.2023 - 00:05

Svenska Loreen vann fyri løtu Eurovision-sangkappingina 2023. Og tað var heldur ikki óvæntað. 

Serfrøðingar, viðmerkjarar og veddingarfyritøkur vóru nærum øll samd undan ársins sangkapping. Svøríki og Loreen vóru bara nakað heilt fyri seg, og Loreen fór helst at enda við sigrinum.

Og so var eisini. Tá ið avtornaði, gjørdist úrslitið eins og tað í 2012: Loreen vann sannførandi.

 

Sannførandi sigur

Úrslitið var kortini ikki heilt skrivað í stein áðrenn fyrstu framførslurnar í kvøld. Tí eitt nú Finnland, Ísrael og Noreg høvdu sambært veddingarfyritøkunum møguleikan at koppa svensku popp-drotningini. Tey londini fingu eisini nógv stig og endaðu ávikavist nummar 2, 3 og 5. Serliga var villi "Cha cha cha" hjá Finnlandi ein sokallaður "Fan-favorite", og Finnland var eisini tað landið, sum fekk flestar atkvøður frá almenninginum. 

Tað var kortini ikki nokk til at fáa Loreen aftur, sum við elektropopp-sanginum "Tattoo" enn eina ferð prógvaði, at hon veruliga er drotningin í Eurovision. 

Svøríki lá longu greitt á odda, tá ið atkvøðurnar frá dómsnevndunum vóru taldar. Tá sá støðan soleiðis út:

Og tá ið atkvøðurnar frá almenninginum vóru taldar, var einki ivamál, Svøríki streyk avstað við sigrinum. 

 

Loreen fyri aðru ferð, Svøríki fyri sjeyndu ferð

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Loreen umboðar Svøríki í Eurovision. Í 2012 vann Loreen Eurovision 2012 við sanginum Euphoria, tá ið Svøríki fekk heili 372 stig. 

Sangurin gjørdist eitt altjóða hitt kring allan heimin. Og um eisini hesin parturin endurtekur seg, kunnu vit vænta, at vinnandi sangurin "Tattoo" flýgur inn á altjóða hittlistarnar.

Tað er 67. ferð, at Eurovision-sangkappingini verður hildin, og hetta er sjeyndu ferð, at Svøríki vinnur kappingina. Tað merkir so eisini, at Svøríki verður vertur fyri Eurovision 2024.

Soleiðis sá út, tá ið allar atkvøðurnar vóru taldar:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109