- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýriskvinnan: Náttúruverndarlógin er ein amboðskassi
Landsstýriskvinnan: Náttúruverndarlógin er ein amboðskassi
Lógin var samtykt við aðru viðgerð í dag og skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum

Ingilín Didriksen Strøm er landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
12.05.2023 - 17:00
Nýggja náttúruverndarlógin er ein rammulóg ella ein amboðskassi, og alt verður grundað á vitan heldur enn fagurfrøðilig virði í náttúrufriðingarlógini.
Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, nú løgtingið í dag hevur samtykt náttúrufriðingarlógina við aðru viðgerð.
Lógin skal hava eina viðgerð aftrat, og hon verður í næstu viku.
Nevndin í Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag kundi hugsað sær, at nýggja náttúruverndarlógin, vardi náttúruna enn betur, enn lógaruppskotið leggur upp till.
Ingilín Didriksen Strøm sigur seg skilja sjónarmiðið hjá FNU.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
12052023_Ingilin_og_natturuverndarlog
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV