Danskur politikari: Óvirðiligt samstarv í ríkisfelagsskapinum

Danskur politikari: Óvirðiligt samstarv í ríkisfelagsskapinum
Karsten Hønge í SF sigur, at samstarvið riggar ikki longur
Karsten Hønge er framsøgumaður í uttanríkismálum hjá SF í fólkatinginum.
 
12.05.2023 - 14:44

Framsøgumaðurin í uttanríkismálum hjá SF í fólkatinginum, Karsten Hønge, væntar lítið av samstarvinum í Ríkisfelagsskapinum. Hann heldur samstarvið vera "óvirðiligt" fyri allar partar.

Tað skrivar danski miðilin, Politiken.

Karsten Hønge heldur, at slík samstørv, har tann eini parturin áhaldandi metir tað vera neyðugt at umhugsa egnu støðu í samstarvinum, og er vísur í. um viðkomandi vil vera verandi ella skal taka seg burturúr, heldur ikki. Og soleiðis er vorðið við samstarvinum, serliga millum Grønland og Danmark, men eisini millum Føroyar og Danmark.

- Tað er sera ringt huglag landanna millum, sigur hann.

 

Óvirðiligt og riggar ikki

64 ára gamli politikarin hevur sjálvur leingi havt tætt samband við Grønland, bæði sum politikari og persónliga.

Karsten Hønge heldur, at Føroyar, Grønland og Danmark fáa meira burtur úr samstarvinum í ríkisfelagsskapin, enn í ongum felagsskapi.

Men samstarvið riggar ikki longur.

- Tað er óvirðiligt fyri allar partar, sigur hann. 

- Óvirðiligt fyri grønlendingar, tí teir ferð eftir ferð uppliva, at tað eru teir, ið noyðast at gerast óðir og ónøgdir og krevja broyting, áðrenn Danmark tekur seg saman at bøta um viðurskiftini. Seinni verða danir ørkymlaðir um, hví grønlendingar eru so ónøgdir. Teir halda seg jú gera alt, sum Grønland biður um, sigur Karsten Hønge.

 

Arktiskt sendifólk

Seinasta dømið um hetta er tilnevningin av einum arktiskum sendifólki. Grønland vildi vera við í avgerðini, ella fáa sýtingarrætt, men hesum noktaði danski uttanríkisráðharrin fyri. Málið hevur elvt til  almenna ørkymlan hjá grønlendska landsstýrisformanninum, Múte B. Egede.

Karsten Hønge tekur undir við ríkisfelagsskapinum, men heldur tað vera gott hugskot at umhugsa, um tað er gott fyri Danmark at vera arktiskt stórveldi. Hetta kann nevniliga gerast bæði dýrt og vandamikið, vísir hann á.

Eitt av fleiri nýbrotum skal sambært Hønge vera, at Grønland og Føroyar verða boðin við heilt til hørðu kjakini um uttanríkis- og trygdarpolitikk, í staðin fyri at einans danskir ráðharrar og sendifólk røkja hetta virksemið.

Hann sigur, at grønlendingar og føroyingar skulu hava eina nógv nærri uppliving av, hvat tað vil siga at vera við í altjóða politikki. Higartil hevur Danmark verið boðberi, og tann, ið hevur greitt frá, hví amerikanarar ella Nato vilja eitthvørt. 

- Og so verður man í Grønlandi ónøgdur við, at danir taka avgerðir yvir høvdið á teimum.

- Tað ber jú ikki til, sigur Karsten Hønge, úr danska SF.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. mars
RagnarRokk 27.mars 2025
188611
Hósdag 27. mars
Andarblak - 27. mars 2025
189909
Hósdag 27. mars
«Jesus gevur 5000 mat»
189885
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898
Hósdag 27. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Mikudag 26. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189808
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777