Náttúruverndarlógin er samtykt

Náttúruverndarlógin er samtykt
FNU heldur, at tað er í tøkum tíma, at vit fáa eina slíka lóg
Jón Kragesteen er formaður í FNU.
 
12.05.2023 - 13:41

Løgtingið hevur samtykt uppskotini um náttúruverndarlóg og um at strika ávísar friðingarheimildir í náttúrufriðingarlógini.

Bæði uppskotini vóru samtykt við 25 atkvøðum fyri og átta ímóti.

Málini skulu hava eina viðgerð í tinginum aftrat, sum verður í næstu viku.

 

Gongd í haga

Meirilutin í rættarnevndini legði dent á, at nýggja náttúruverndarlógin tekur ikki støðu til málið um gongd í haga. Lógin fer ikki at broyta støðuna og tær reglur um gongd í haga, sum eru galdandi í dag.

Umboðini í nevndini hjá samgonguni og Sambandsflokkinum tóku undir við uppskotinum.

Tey høvdu nógvar viðmerkingar, men einki broytingaruppskot.

Miðflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu eisini viðmerkingar um uppskotið, og flokkarnir mæltu frá at samtykkja tað. 


Í tøkum tíma

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, heldur tað vera í tøkum tíma, at Føroyar fáa eina lóg, sum verjir margfeldi í náttúruni, eins og grannalond okkara hava havt leingi.

Tó kundu tey í felagnum hugsað sær, at lógin vardi náttúruna enn betur, enn hon ger í lógini.

Hoyr samrøðu við Jón Kragesteen, formann í  Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, í útvarpstíðindunum: 

 

12052023_Jon_Kragesteen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. mars
Andarblak - 27. mars 2025
189909
Hósdag 27. mars
«Jesus gevur 5000 mat»
189885
Hósdag 27. mars
Brot úr Føroya søgu
189877
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898
Hósdag 27. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Mikudag 26. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189808
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777