FNU: Náttúruverndarlógin eitt stig á røttu leiðini

FNU: Náttúruverndarlógin eitt stig á røttu leiðini
Løgtingið fer at atkvøða í málinum í dag
Nýggja náttúruverndarlógin tekur ikki støðu til málið um gongd í haga. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.05.2023 - 08:55

Uppskotið um náttúruverndarlóg er eitt stig á røttu leiðini. Og tað er í tøkum tíma, at Føroyar fáa eina lóg, sum verjir margfeldi í náttúruni, eins og grannalond okkara hava havt leingi. 

Tað skrivar Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, FNU, í tíðindaskrivi.

Í FNU kundu tey tó hugsað sær, at lógin vardi náttúruna enn betur, enn hon ger í uppskotinum.

FNU ásannar kortini, at uppskotið um náttúruverndarlóg er eitt stig á røttu leiðini. 

Soleiðis at eisini Føroyar loksins fáa eina lóg, sum verjir tey hóttu djóra- og plantusløgini, og áleggur okkum at brúka náttúruna burðardygt í samsvari við altjóða avtalur.

 

Jón Kragesteen er formaður í FNU.

 

Gongd í haga

Meirilutin í rættarnevndini hjá løgtinginum leggur dent á, at nýggja náttúruverndarlógin tekur ikki støðu til málið um gongd í haga.

Lógin fer ikki at broyta støðuna og tær reglur um gongd í haga, sum eru galdandi í dag.

Eftir at hava viðgjørt lógaruppskotið á seks fundum hevur rættarnevndin skrivað álit. Tað kom í løgtingið týsdagin.

 

Samgongan og Sambandsflokkurin í meirilutanum

Umboðini í nevndini hjá samgonguni og Sambandsflokkinum taka undir við uppskotinum.

Tey hava nógvar viðmerkingar, men einki broytingaruppskot.

Miðflokkurin og Fólkaflokkurin hava eisini viðmerkingar um uppskotið, og mæla frá at samtykkja tað. 

Onnur viðgerð og akvøðugreiðsla vera á tingfundinum í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. mars
RagnarRokk 27.mars 2025
188611
Hósdag 27. mars
Andarblak - 27. mars 2025
189909
Hósdag 27. mars
«Jesus gevur 5000 mat»
189885
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898
Hósdag 27. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Mikudag 26. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189808
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777