- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsfelagið: Strikað mótrokning hevði bøtt um starvsfólkatrotið

Vónbrotið í Landsfelag Pensjonista er stórt, nú løgtingið feldi uppskotið um at mótrokna pensjónistar í pensjónini fyri aðra inntøku enn pensjón, ið fer upp um 45.000 krónur um árið.
Sambandsflokkurin skeyt upp at taka mótrokningina av, so fleiri pensjónistar vilja arbeiða.
14 atkvøður vóru fyri uppskotinum hjá Sambandsflokkinum og 17 ímóti.
Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, sigur, at verður mótokningin strikað, fer tað at hjálpa upp á starvsfólkatrotið í samfelagnum, tí nógvir pensjónistar eru fúsir at halda fram í arbeiðslívinum, men teir vilja ikki arbeiða ókeypis.
Fólkaflokkurin heldur, at mótrokningin, sum í dag byrjar við 45.000 kr. í inntøku, er alt ov lítil.
Mótrokningin eigur at hækka til í minsta lagi 90.000 kr., sum er tað sama sum hjá fyritíðarpensjónistum, heldur Fólkaflokkurin.
Samgongan sigur, at samgongan ætlar at endurskoða markið fyri mótrokning, og tók tí ikki undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum.