O, móðurlandið!: "Best man vera, sum er"

O, móðurlandið!: "Best man vera, sum er"
Kristi himmalsferðardag er næstsíðsti partur av sendirøðini O, móðurlandið! í sjónvarpinum. Byrjað verður, har slept varð seinast: við fullveldissamgonguni um aldamótið.
Skíggjamynd úr fimta parti av O, móðurlandið!
 
17.05.2023 - 19:18

Føroyska landsstýrið fær sum vátan vøttin á fyrsta fullveldisfundinum við donsku stjórnina í Keypmannahavn í mars 2000. Danska stjórnin leggur nú meinbogar í vegin fyri føroysku ætlanunum.

Skiftistíðin skal vera so stutt, at føroyingar fara at himprast at atkvøða fyri fullveldisætlanini á einari fólkaatkvøðu.

Landsstýrið og danska stjórnin samráðast við jøvnum millumbili, men langt er millum partarnar. Fýra fundir eru í alt í 2000 - allir í Keypmannahavn. Eingin semja fæst, og til endans slitnar.

Nú stendur á í fullveldissamgonguni. Ósemja er innanhýsis um kósina. Tað tekur at losna millum stóru flokkarnar í samgonguni - Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin.

Annar sýtir at víkja frá upprunaligu stevnuni, hin talar fyri eini hóvligari kós. Tað stendur til at bresta, men til endans ganga teir saman aftur.

Neyðsemjan ber í sær, at farast skal undir eina skipaða yvirtøkuætlan - heimastýrislógin skal tømast.

Men brátt taka onnur, myrk skýggj seg upp á luftini, og nú býðist ikki bøtur hjá fullveldissamgonguni. Føgru hugsjónirnar um einar frælsar Føroyar syndrast so líðandi. Og tá ið danska kongshúsið í 2005 vitjar í Føroyum, er alt aftur, sum tað plagdi at vera.

Niðurstøðan hjá føroyingum tykist vera sum hjá Rasmusi Effersøe í 1895: best man vera, sum er.

 

Best man vera, sum er

REY03925

 

Hóskvøldið senda vit fimta partin í sendirøðini O, móðurlandið!. 

Sendingin verður í sjónvarpinum og tøk á heimasíðuni klokkan 20. 

Teir fyrstu fýra partarnar sært tú her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477