- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elias, Hákun og hinir skulu til Berlin
Elias, Hákun og hinir skulu til Berlin
Føroyska hondbóltsliðið við monnum skal spæla ímóti Norra, Slovenia og Póllandi til EM-endaspælið og dystirnir verða spældir í Berlin
Mynd: Bjarni Rubeksen
10.05.2023 - 18:43
Norra, Slovenia og Pólland verða mótstøðuliðini, tá føroyska hondbóltslandsliðið við monnum skal spæla EM-endaspæl í Týsklandi í summar.
Føroyar komu í bólk D, sum verður spældur í høvuðsstaðnum, Berlin, í Mercedes-Benz Arena, sum tekur 17.000 áskoðarar.
Talan var ikki um ynskilutakastið hjá føroyingunum, sum frammanundan serliga høvdu nevnt Bosnia & Hersegovina og Norðurmakedónia úr triðja styrkisbólki, men tað kundi eisini verið munandi verri.
Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður ímóti Slovenia 11. januar.
Bólkur D
Noreg
Slovenia
Pólland
Føroyar
Dystarskráin:
11. januar: Føroyar - Slovenia
13. januar: Føroyar - Noreg
15. januar: Føroyar - Pólland
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV