- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hondbóltslandsliðið fingið hjálparvenjara
Julian Johansen er í dag settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum, skrivar Hondbóltssambandið.
Julian Johansen tekur við starvinum eftir Lars Møller, nú hansara sáttmáli gekk út. Tað verður sostatt Julian Johansen, sum saman við Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjara, og Tom Jensen, málverjavenjara, skal leiða føroyska manslandsliðið í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar.
Nýggi hjálparvenjarin er 33 ára gamal og hevur longu drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur vant bæði menn og kvinnur í fremstu deildini í Føroyum og er í løtuni venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, sum skal til HM í Týsklandi í juni mánaði.
Julian Johansen tekur við starvinum 1. juli.