Spyrja um heimild at gevast við jarðhitaloyvum

Spyrja um heimild at gevast við jarðhitaloyvum
Jarðhitahol dálka illa, tí tilfar úr jarðhitaholinum endar ofta í áum og kloakkum, sigur Byggi- og býarskipanarnevndin í Tórshavnar býráð
Stórur áhugi er at fáa loyvi at bora jarðhita, men jarðhitahol dálka illa, sigur Byggi- og býarskipanarnevndin í Tórshavnar býráð. (Savnsmynd)
 
08.05.2023 - 17:59

Hvørjar løgfrøðiligar heimildir hevur Tórshavnar kommuna til at geva, ella sýta fyri at geva jarðhitaloyvi?

Tað vil Byggi- og býarskipanarnevndin hjá kommununi nú hava at vita. 

Orsøkin er, at jarðhitahol dálka illa á tann hátt, at tilfarið, sum kemur úr jarðhitaholinum, ofta endar í áum og kloakkum.

Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini, sigur við Útvarpið, at nevndin fegin vil fáa greitt at vita, hvørjar løgfrøðiligar heimildir eru fyri at gevast við at geva jarðhitaloyvi, tí tað ber illa til frá degi til dags at halda uppat við at geva loyvi, og harumframt er ein løgtingslóg frá 2012 um jarðhitaskipanir at taka atlit at.

Hinvegin er eisini neyðugt at tryggja, at undirstøðukervið kann taka ímóti tí, sum kemur úr jarðhitaholinum, og sum í dag ofta fer í áir og kloakkir.

Tí hevur Byggi- og býarskipanarnevndin nú sett sær fyri at kanna, hvørjar løgfrøðiligar heimildir kommunan hevur á økinum.

 

Stórur áhugi fyri jarðhita

Stórur áhugi er millum borgarar í Tórshavnar kommunu at fáa jarðhita.

Ein jarðhitaskipan virkar á tann hátt, at eitt hol verður borað millum 200 og 300 metrar niður í jørðina. Á 200 metra dýpi er hitin vanliga eini 12 stig. 

Síðani verður ein lokað slanga við vætu, sum stendur í sambandi við hitapumpuna, løgd niður í holið. Vætan verður hitað av jørðini og sirkulerað uppaftur og inn í hitapumpuna. 

Hitapumputøknin brúkar hita úr vætuni og streym frá SEV at hita vatnið, sum skal sendast gjøgnum hitaskipanina inni.

 

Fund aftur um fýra vikur

Fyri at fáa eina jarðhitaskipan skal umsókn um loyvi at bora fyri jarðhita sendast kommununi, sum so viðger umsóknina og eisini sendir hana til góðkenningar hjá Umhvørvisstovuni.

Vanliga er viðgerðartíðin millum eina og tvær vikur, stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Næsti fundur hjá Byggi- og býarskipanarnevndini verður um fýra vikur, og Tróndur Sigurðsson sigur, at tá skal nevndin hava fingið at vita, hvørjar heimildir hon hevur til møguliga at sýta fyri at geva jarðhitaloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386