Annika fer til Norra at spæla

Annika fer til Norra at spæla
Málverjin á føroyska kvinnulandsliðnum, Annika Fríðheim Petersen, fer næsta kappingarár til Norra at spæla hondbólt.
Annika Fríðheim Peteren, uttast til vinstru
 
07.05.2023 - 17:53

Fyrrverandi H71-málverjin skifti fyri einum góðum ári síðani frá íslendsku Haukum til danska Nykøbing Falster í bestu donsku deildini, men fer nú víðari á yrkisleiðini.

Upprunaliga gjørdi Annika Fríðheim Petersen ein trý ára sáttmála við danska felagið, ið var til á sumri í 2024.

Men við heimasíðuna hjá Nykøbing Falster sigur hon, at hon nú skiftir til norskan hondbólt, tí hon hevur brúk fyri at fáa meira spælitíð.


Fyrst til Final Four

- So kann eg eisini taka tær royndir við mær, sum eg havi fingið her, tí eg havi brúk fyri einum størri leikluti og at kunna gera ein størri mun, sigur hon.

Einki verður sagt um, hvat norskt felag, talan er um, men tað verður helst kunngjørt í vikuni, sum kemur.

Men áðrenn eitt nýtt ævintýr byrjar í Norra, skal Annika Fríðheim Petersen fyrst gera seg lidna í Nykøbing Falster.

Liðið hevur góðan møguleika fyri at spæla finalur um danska meistaraheitið, og um vikuskiftið skal Nykøbing Falster niður til eysturríkska Graz at vera við í Final Four í EHF Europa League-kappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896