- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitarnir vera føroyskir næsta summar

Ein yvirtøka fær fulla undirtøku í løgtinginum.
Øll í uttanlandsnevndini taka undir við uppskotinum hjá løgmanni um at yvirtaka málsøkini sjóuppmerking og vitaverk 1.juni næsta ár.
24 vitar eru í Føroyum. Teir vera riknir frá Loranstøðini á Eiði.
Miðað verður eftir, at bygningarnir, sum eru tætt knýttir at rakstrinum hjá vitaverkinum, vera latnir føroyskum myndugleikum í sambandi við yvirtøkuna. Hetta skal leggjast fyri donsku fíggjarnevndina.
Uttanlandsnevndin vónar, at bygningarnir eftir yvirtøkuna vera brúktir í størri mun til annað
endamál enn nú.
Fimm milliónir
Ikki er greitt enn, hvussu nógv yvirtøkan kostar, men okkurt um fimm milliónir krónur um árið eru nevndar.
At umsita vitaverk krevur trý ársverk og tíggju vitapassarar.
Yvirtøkan er liður í at styrkja og menna sjóvinnuøkið í Føroyum, verður sagt.
Lóggávuvaldið, útinnandi valdið og fíggjarliga ábyrgdin gerast føroysk sermál.
Føroyar yvirtaka eisini ábyrgdina av avtalum og samstarvinum, sum Søfartsstyrelsen hevur við Arktisk Kommando, MRCC og Landsverk.
Løgtingið fer at atkvøða um málið mikudagin.