H71-kvinnurnar tóku greipuna

H71-kvinnurnar tóku greipuna
Hóast tað stóð nógv á hjá H71 í triðju FM-finaluni ímóti Kyndli, eydnaðist kvinnunum í Hoyvík at vinna og taka meistaraheitið.
Frøin var stór á hoyvíkskvinnum, nú tær við føroyameistaraheitinum í kvøld hava vunnið alt, ið var at vinna í vetur
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
06.05.2023 - 22:17

Sostatt gjørdist hetta endin á einum framúr góðum kappingarári hjá H71-kvinnunum, sum nú standa eftir við greipuni, tí tær í kvøld hava vunnið føroyameistaraheitið aftur at steypasigrinum, tær vunnu í februar, umframt at tær undan kappingini vunnu dystin um Lionsbikarið.

Bæði í FM-finalunum og steypafinaluni var tað Kyndil, ið var avbjóðarin, og hetta hava eisini verið tey bestu liðini í vetur. H71 hevur, umframt heimligu avrikini, gjørt um seg í EHF Europa Cup-kappingini annað árið á rað. 

H71 vann tær báðar fyrru FM-finalurnar sannførandi, men í kvøld legði Kyndil til brots við øgiligari ferð og var eitt skifti í fyrra hálvleiki á odda við sjey málum.

Men H71 tók sær um reiggj og fekk ruddað stóra munin burtur, men slapp tó ikki av við Kyndil, ið fylgdi við allan vegin. H71 vann tó at enda við einum máli, 25-24, og so var meistaraheitið annað árið á rað veruleiki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896