Fólkakirkjan kann seta ein próst aftrat

Fólkakirkjan kann seta ein próst aftrat
Løgtingið hevur santykt at broyta lógina um fólkakirkjuna
Kirkjan í Skopun. Nú fær fólkakirkjan ein próst aftrat. (Savnsmynd)
 
05.05.2023 - 15:06

Fólkakirkjan fær nú loyvi at seta ein próst aftrat.

Løgtingið hevur samtykt at broyta lógina um fólkakirkjuna, soleiðis at hon gongur ynskinum hjá kirkjuni á møti, um at fáa heimild at hava tveir próstar í próstadøminum.

Arbeiðsbyrðan hjá einasta prósti - dómpróstinum - er ov stór. Og tí má byrðan leggjast á fleiri herðar. 

Men lógin um fólkakirkjuna sigur, at í einum próstadømi er bara ein próstur.

Og tí mátti biskupur biðja landsstýriskvinnuna í kirkjumálum um at broyta lógina.

Tað hevur Sirið Stenberg nú gjørt, og tí er sett inn - sum nýggj grein-5a í lógini um fólkakirkjuna - at "Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli Stiftsstjórnarinnar gera av, at tveir próstar skulu vera í sama próstadømi."

 

Stórur meiriluti

Ein stórur meiriluti av tinginum - 29 fyri og ein ímóti - samtykti í í gjár broytingina.

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið byggir tað á eitt uppskot frá biskupi, sum vil royna eina skipan, har dómpróstur heldur fram í próstadømisráðnum og við virkseminum í mun til kirkjusóknirnar annars.

Ein annar próstur skal sýna kirkjubøkur og hava umsjón við fyrisitingarliga virkseminum hjá kirkjubókaførandi sóknarprestunum yvirhøvur, umframt at hann skal røkja stórar partar av verkligu starvsfólkaleiðsluni í mun til sóknarprestarnar.

 

Uni Næs, dómpróstur. Nú fær hann ein starvsfelaga, sum verður ein av sóknarprestunum í embæti, og sum varðveitir sítt embæti.

 

Ein av verandi prestum

Sambært Jógvani Fríðriksson, biskupi, verður komandi prósturin ein av sóknarprestunum í embæti og varðveitir sítt embæti. Tær fyrisitingarligur uppgávurnar verða 25 prosent av embætinum.

Hevði lógin um fólkakirkjuna ikki verið broytt, so var einasti møguleikin hjá biskupi at býta Føroyar í tvey próstadømi við hvør sínum prósti. Men tað hevði verið eitt munandi størri, umsitingarliga tyngri og eisini dýrari stig, heldur kirkjan sjálv.

Lógarbroytingin, ið nú er samtykt, er sum nevnt gjørd í samráð við kirkjuna. Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Stiftsstjórnini, felagnum fyri kirkjuráðslimir og prestafelagnum, sum øll taka undir við tí. 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. februar
Vikuskiftið 28 februar 2025
188454
Fríggjadag 28. februar
Breddin: Politiska støðan og snús
188439
Fríggjadag 28. februar
Morgunlestur fríggjadagur 28. februar 2025
187868
Hósdag 27. februar
Andarblak 27. februar 2024
188393
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381