
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fundurin millum Zelensky og Trump endaði í ruðuleika

Fundurin millum ukrainska forsetan Volodomyr Zelensky, amerikanska forsetan Donald Trump, sum var hildin í Hvítu húsunum í kvøld endaði helst ikki sum væntað.
Fundurin byrjaði við at forsetarnir báðir tóku í hondina á hvørjum øðrum uttanfyri Hvítu húsini. Síðani gekk leiðin inn í Ovalu stovuna har ætlanin millum annað var at skriva undir eina mineralavtalu.
Eftir at forsetarnir báðir høvdu sett seg niður gjørdist skjótt klárt, at hesin fundurin ikki var sum aðrir slíkir fundir. Tónin gjørdist harður og fundurin gekk ikki stillisliga fyri seg.
Kjakið náddi hæddini tá Trump ákærdi Zelensky fyri at spæla sær við 3. heimsbardaga. Fundurin endaði í ótíð tá Zelensky fór av fundinum áðrenn hann eftir ætlan var liðugur.
Lítla løtu eftir skrivaði Donald Trump á sosiala miðli sínum Truth Sosial, at Zelensky kann koma aftur tá hann er til reiðar til frið.
Mineralavtalan, sum eftir ætlan skuldi undirskrivast á fundinum, bleiv sostatt av ongum.
