Ætla at kanna, hví Grønland gjørdist amt

Ætla at kanna, hví Grønland gjørdist amt
Eingin fólkaatkvøða var í Grønlandi um grundlógina í 1953, sum hevði við sær, at Grønland ikki longur var hjáland
Allir flokkar í grønlendska landstinginum vilja kanna, hví Grønland gjørdist amt fyri 70 árum síðani.
Mynd: KNR  
 
04.05.2023 - 08:50

Allir flokkar í grønlendska landstinginum vilja kanna, um Danmark bar seg rætt at, tá Grønland gjørdist amt í staðin fyri hjáland fyri 70 árum síðani.

Spurningurin, sum nú skal svarast, er, um Danmark gjørdi, sum ST sigur um hjálond. 

Uppskotið um at seta eina nevnd at kanna tað er nú farið í nevnd.

Onnur viðgerð verður í landstinginum 25.mai.

 

Eingin fólkaatkvøða

Í 1953 var grundlógin broytt, og Grønland var ikki longur hjáland.

Men eingin fólkaatkvøða var í Grønlandi um grundlógina. 

Grønlendskir politikarar halda, at ST hevur nógv skjøl um tað, sum hendi í 1953, skjøl, sum ikki eru almenn. 

Millum annað verður spurnartekin sett við ta kunning og ráðgeving, sum grønlendskir politikarar fingu frá Danmark í 1953.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050