- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vita ikki, hvussu nógvur seiður er í alinótum

Eingin veit, hvussu nógvur seiður er í alinótunum.
Eingi tøl eru um tað.
Tað er svarið, sum Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, fær frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.
Ongar vísindaligar kanningar eru gjørdar um seið í alinótum.
Men, sigur Høgni Hoydal, Hiddenfjord hevur síðani 2017 skrásett, hvussu nógv kilo av seiði eru í alinótum, tá laksur verður tikin.
Etur alifóður
Alifeløgini vilja ikki hava seið í alinótunum, millum annað tí hann etur alifóður.
Heldur ikki ber til at siga nakað um, hvønn týdning hetta hevur fyri upsastovnin.
- Eg ætli mær at taka málið upp við viðkomandi partar til tess at fáa hetta lýst til fulnar og útvega vísindaligt grundarlag og tøl um hesi viðurskifti, sigur Høgni Hoydal.
Minni enn hálv millión
Havbúnaðarfelagið heldur, at færri enn 500.000 seiðir vera tiknir í alinótum um árið.
Jóhannis Joensen spurdi eisini, um ætlanin er geva loyvi til skipaða og burðadygga kópaveiðu ein part av árinum.
Høgni Hoydal svarar, at Fiskimálaráðið vónar at kunna bera løgtinginum eitt lógaruppskot um hetta í heyst.