Oljuavgjaldið verður ikki strikað á hesum sinni

Oljuavgjaldið verður ikki strikað á hesum sinni
Landskassin missir 70 mió. kr., um oljuavgjaldið verður strikað, sigur meirilutin í álitinum hjá fíggjarnevndini
Samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin taka ikki undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum um at strika oljuavgjaldið. (Savnsmynd)
 
04.05.2023 - 08:05

Samgongan og Sambandsflokkurin vilja ikki strika oljuavgjaldið, soleiðis sum Miðflokkurin mælir til.

Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur, at onnur átøk, sum skula hjálpa fólki, muna betur og raka rættari, eitt nú hjálparpakkin, sum bleiv samtyktur fyrr í ár, og ætlaði skattalættin og lønarlyftið.

Landskassin missir 70 mió. kr., um oljuavgjaldið verður strikað, sigur meirilutin í álitinum hjá fíggjarnevndini.

Hann heldur, at tað heldur ikki er í samsvari við veðurlagspolitikkin at betra um kappingarstøðuna hjá einum lívrunnum, fossilum brennievni.

Fólkaflokkurin tekur undir við Miðflokkinum.

Teir hava tó eitt broytingaruppskot um at broyta oljuavgjaldið á slíkan hátt, at tað sjálvvirkandi verður lagt upp fyri prísgongdini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386