Landsstýrismaðurin: 130 dagar aftrat økja ikki veiðitrýstið

Landsstýrismaðurin: 130 dagar aftrat økja ikki veiðitrýstið
Størri partur fer til útróðrarbátar og minni partur til línuskip á Føroyabanka í ár
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskvinnumálum, væntar ikki, at veiðitrýstið á Føroyabanka veksur, hóast fiskidagarnir eru fleiri í ár enn í fjør.
 
03.05.2023 - 12:19

Fiskimálaráðið heldur ikki, at trýstið á Føroyabanka verður størri enn ráðiligt, hóast fiskidagarnir á bankanum verða 130 fleiri í ár, sammett við tilmælið frá Havstovuni.

- Størri partur fer til útróðrarbátar og minni partur til línuskip. Og tí verður trýstið ikki so stórt, sigur Dennis Holm, landsstýrsmaður. 

 

Havstovan mælti til sama dagatal í ár sum í fjør.

 

Tilmælið frá Havstovuni var tað sama í fjør, 200 fiskidagar. Tá fiskaðu línuskip og útróðrarbátar 361 dagar á Føroyabanka.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03052023_Dennis_um_Foroyabanka

 

Línuskip og útróðrarbátar kunnu avhenda dagar á Føroyabanka millum sín, men ikki millum bólkarnar.

Og í bólki-5 er treytin fyri at sleppa á Føroyabanka, at báturin hevur avreitt fyri 500.000 krónur ella meira, í minsta lagi eitt av trimum teimum síðstu árunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386