
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskt fíggjareftirlit er ikki uttan váða og kostar nógv

Tað er ikki bara sum at siga tað at yvirtaka fíggjareftirlitið.
Tað er ikki uttan váðar, og tað kostar nógv.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Erling Eidesgaard, løgtingsmann.
Hann sigur, at óivað høvdu verið fyrimunir við føroyskum fíggjareftirliti.
Eftirlitsmyndugleikin hevði ligið nærri peningastovnunum, og starvsfólkini í einum føroyskum fíggjareftirliti høvdu sannlíkt havt betri innlit í tað samfelagið, sum peningastovnarnir virka í.
Sjálvt um Føroyar yvirtóku fíggjareftirlitið, so høvdu vit í stóran mun verið noydd at fylgt júst somu reglum, sum ES, og harvið eisini Danmark, setur í gildi, sigur løgmaður.
Hevur neyvari eftirlit nú
Men danska fíggjareftirlitið hevur nú neyvari eftirlit við føroysku peningastovnunum. Ein yvirtøka hevði kravt nógv starvsfólk við servitan og royndum á eftirlitsøkinum.
Hetta er kostnaðarmikið.
Og ikki er vist, at tað hevði verið lætt at mannað slíkan stovn á fullgóðan hátt, í øllum førum eftir stuttari tíð, sigur Aksel V. Johannesen.
Missa atgongd til innskjótaragrunnin
Ein yvirtøka merkir eisini, at Føroyar høvdu mist atgongdina til innskjótaragrunnin, sum veitir øllum, sum hava pengar í føroysku peningastovnunum, eina trygd, sum er 750.000 kr.
Ein sera stórur partur av lóggávuni á fíggjarøkinum kemur frá ES-lóggávu, sum umvegis Danmark verður sett í gildi í Føroyum.
Sjálvt um Føroyar yvirtóku málsøkið, so høvdu vit í stóran mun verið noydd at fylgt júst somu reglum, sum ES, og harvið eisini Danmark, setur í gildi, sigur løgmaður.