Umboðsmaðurin: Einki eftirlit við eldraøkinum

Umboðsmaðurin: Einki eftirlit við eldraøkinum
Einki eftirlit er skipað, síðani økið var lagt út til kommunurnar 1. januar 2015
Umboðsmaðurin vil hava Almannamálaráðið at gera reglur um eftirlit til kommunurnar at fyrisita eftir. (Savnsmynd)
 
01.05.2023 - 15:19

Í løtuni er einki eftirlit við eldraøkinum. 

Og tað er ikki nóg gott.

Løgtingsins umboðsmaður hevur sent Almannamálaráðnum skriv, har mælt verður verður til sum skjótast at gera reglur um eftirlit til kommunurnar at fyrisita eftir.

Umboðsmaðurin vísir á, at hóast tað í eldralógini er ásett, at kommunurnar skulu hava eftirlit við teimum tænastum, sum tær veita sambært eldralógini, er einki eftirlit skipað, síðan økið var lagt út til kommunurnar 1. januar 2015. 

Sí skrivið til Almannamálaráðið her.

 

Eldraøkið var lagt út til kommunurnar at umsita í 2015, men enn eru ongar reglur gjørdar um eftirlit, sigur Løgtingsins umboðsmaður. (Savnsmynd)

 

Reglur vanta

Umboðsmaðurin metir, at vantandi reglur frá Almannamálaráðnum er orsøk til hesa støðu, og hevur  tí sent skriv til Almannamálaráðið, har hann mælir ráðnum til sum skjótast at gera reglur um eftirlit til kommunurnar at fyrisita eftir.

Í avtalunum, sum kommunurnar í 2014 sendu Almannamálaráðnum til góðkenningar, vístu kommunurnar á, at eftirlitið hjá kommununum verður skipað sambært galdandi lógum og reglum, ella eftir ætlaðu kunngerð sambært  grein 19, stk. 3 í eldralógini, sum er heimildin hjá landsstýrismanninum at áseta reglur um eftirlit. 

Almannamálaráðið hevur tó hvørki tá ella seinni lýst reglur um eftirlitið hjá kommununum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878