Semingsuppskot til frumatkvøðu

Semingsuppskot til frumatkvøðu
Limirnir í Flogskiparafelagnum skulu nú siga sína meining
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur lýst verkbann fyri flogskiparar við støð í Føroyum um semja ikki fæst áðrenn 12. maj
 
29.04.2023 - 16:50

Semingsuppskotið í sáttmálatrætuni millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag verður nú sent út til frumatkvøðu millum limirnar í Flogskiparafelagnum.

Tað sigur Terje Sigurdsson, semingsmaður.

Semingsstovnurin legði fram nýtt semingsuppskot fyri partarnar í gjárkvøldið, eftir at arbeiðsgevarafelagið lýsti verkbann móti flogskiparunum við støð í føroyum hósdagin. Frammanundan hesum hevði  Flogskiparafelagið havnað tveimum semingsuppskotum.

Verkbannið kemur í gildið 12. maj um ongin semja er funnin áðrenn.

At semingsuppskotið skal til frumatkvøðu merkir, at tað skal út til allar limirnar í felagnum. – Tí ganga tað nú nakrir dagar áðrenn semingsstovnurin fær svar frá frá Flogskiparunum, sigur Terje Sigurdsson, semingsmaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008