Hjálparvenjarin gevst eftir EM-undankappingina

Hjálparvenjarin gevst eftir EM-undankappingina
Hjálparvenjarin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum, Lars Møller, leggur frá sær eftir EM-undankappingina, meðan málmansvenjarin heldur fram
Annar verður verandi, meðan hin fer
Mynd: HSF  
 
27.04.2023 - 16:22

Hjálparvenjarin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum, Lars Møller, fer úr starvinum eftir EM-undankappingina.

Hann skal standa á odda fyri menningardeildini í danska hondbóltssambandinum, skrivar HSF. 

Málmansvenjarin og fysioterapeuturin, Tom Jensen, hevur hinvegin longt sáttmálan.

 - Vit hava verið serstakliga væl nøgd við arbeiðið og úrslitini hjá Lars, sigur Hans Jón Thomsen, stóri í HSF.

Fyri kortum varð kunngjørt, at høvuðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen hevði longt sáttmálan til og við EM 2026-kappingina, og Hondbóltssambandið er farið at leita eftir hjálparvenjara til A-landsliðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109