- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boð send eftir Kjartani og Vilhelmi
Bæði Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen eru tiknir við í hópin hjá hondbóltslandsliðnum, sum í næstu viku skal spæla avgerandi EM-undankappingardystir ímóti Ukraina og Eysturríki, skrivar Hondbóltssambandið.
Í fyrstu atløgu vórðu 15 spælarar tiknir út, tí landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, vildu hyggja nærri at skaðastøðuni hjá ávísum spælarum. Bæði Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen hava havt skaðar at dragast við hetta kappingarárið, men teir báðir høgru bakkarnir eru somikið birgir nú, at báðir hava fingið pláss í landsliðshópinum.
Bert 16 av teimum 17 spælarunum verða við til dystirnar móti Ukraina og Eysturríki, skrivar HSF. Dysturin á heimavølli ímóti Ukraina verður spældur mikudagin 26. apríl, og fýra dagar seinni verður síðsti dysturin í undankappingini ímóti Eysturríki.
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71
Útileikarar
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)