Ragnheiður og Hugi vunnu FM-gongulagskapping

Ragnheiður og Hugi vunnu FM-gongulagskapping
Ragnheiður Ólafsdóttir Dam á Huga frá Hrepphólum vann gongulagskappingina, Safari Transport innandura FM, sum var um vikuskiftið
Ragnheiður Ólafsdóttir Dam vann FM-gongulagskappingina um vikuskiftið
Mynd: Føroyskt Íslandsrossafelag  
 
18.04.2023 - 10:47

Ragnheiður Ólafsdóttir Dam á Huga frá Hrepphólum vann FM-gongulagskappingina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í Havnardali um vikuskiftið.

Reiðkvinnan kappaðist fyri fyrstu ferð í bólkinum fyri vaksin - hon bleiv 22 sama dag - og hon gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina frammanfyri Hera Djurhuus Dahl á Brá frá Tjarnarstöðum og Ásu Mariu Vágsheyg á Krapi fra Enighed.

Hjá teimum ungu skaraði Ester Dahl á Heygum á hestinum Vorboða frá Akurgerði framúr. Hon vann fjórðgongdina, V1, har hon vann á teimum vaksnu, og eisini tøltkappingina, T2.

32 fólk og 39 ross vóru meldað til seinastu innandura kappingina í vár. Nýggja uttandura breytin er komin so væl áleiðis, at fyrsta uttandura kappingin verður um miðjan mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944