Fiskiskapur: Harður streymur alla vikuna

Fiskiskapur: Harður streymur alla vikuna
Fiskaríið eftir upsa er smáligt í løtuni
Útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu. Snellubátarnir fáa eisini nakað av upsa.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.04.2023 - 09:15

Bæði ísfiskalínuskipini eru úti. 

Annað fiskar tosk og hýsu, og hitt fiskar mest longu, upplýsir Fiskamarknaðurin. 

Sjey frystilínuskip eru við Eysturgrønland og fáa mest tosk.

Trý eru undir Føroyum og fáa mest longu, tosk, hýsu og brosmu.

 

Útróðurin

Um útróðurin sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin verður harður alla vikuna.

Men veðrið verður gott, so væntandi verður nakar útróðrur.

Bátarnir fáa mest av toski og hýsu. Snellubátarnir fáa eisini nakað av upsa.

 

Trolarar

Djúpvatnstrolarin og annar frystitrolarin fiska svartkalva. Hin frystitrolarin er á beding.

Um partrolarar sigur Fiskamarknaðurin, at fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt.

Tvey pør fiska gulllaks. 

 

Trolbátar og garnaskip

Seks trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og nakað av flatfiski. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er ójavnt. 

Og tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin. 

 

Á Norðhavinum

Dagur og vika var fríggjadagin ein túr á Norðhavinum og loddaði dýpið hjá útróðrarmonnunum. 

230414_DV_NORDHAVID

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594