Landsliðsmálverji til HØJ

Landsliðsmálverji til HØJ
Málverjin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Pauli Jacobsen, skal spæla við danska 1. deildarfelagnum, HØJ, næsta kappingarár
Pauli Jacobsen fer aftur av landinum at royna seg
 
13.04.2023 - 09:31

Málverjin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Pauli Jacobsen, hevur fingið nýtt felag. 

Næsta kappingarár fer hoyvíkingurin úr H71 til HØJ í næstbestu donsku deildini, skrivar heimasíðan hjá Høj. 

 - Eg vil fegin vera partur av einum felagi, sum byggir upp, og tað er eitt felag, sum satsar nógv í løtuni, og eg havi fingið lovað ein stóran leiklut, sigur Pauli Jacobsen við portal.fo.

H71-málverjin royndi seg fyri kortum í franska JS Cherbourg, men hann treivst ikki, og tí kom hann heim aftur til H71, sum í løtuni spælir í endaspælinum um FM-heitið.

 - Hann er væl fyri tekniskt, reaktiónssterkur og dugir væl at seta spælið skjótt í gongd, sigur Jesper Fredin, sum er venjari í HØJ. 

 - Eg eri sannførdur um, at Pauli hevur stórar møguleikar fyri menning, og at vit í HØJ kunnu hjálpa honum á veg. 

 HØJ satsar upp á at flyta upp í bestu donsu deildina næsta ár, og Pauli Jacobsen skal spæla saman við landsliðsliðfelaganum, Rói Berg Hansen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981